Dronuálop í Kiev

Dronuálop í Kiev
Eitt fólk hevur latið lív og trý fólk eru særd eftir at Russland í nátt framdi dronuálop á ukrainska høvuðsstaðin Kiev.
Savnsmynd
 
28.05.2023 - 11:01

Russland hevur framt eina rúgvu av dronuálopum á høvuðsstaðin í Ukraina, Kiev, alla sunnunáttina og fyrrapartin í dag.

Borgarstjórin í Kiev, Vitaly Klitschko, sigur, at ein maður doyði við eina bensinstøð í morgun, tá vrakpetti av eini dronu raktu hann.

Ukrainska luftvápnið upplýsir, at av 54 dronum, sum Russland hevur sent inn yvir Ukraina í nátt, er tað eydnast at skjóta 52 teirra niður. Bara í Kiev eru 40 dronur skotnar niður seinastu náttina.

Tíðindini eru ikki váttað av óheftum keldum enn, skrivar BBC.

Russland hevur seinastu vikurnar hert álopini á Kiev í eini roynd at órógva ukrainsku verjuna í høvuðsstaðnum.

Fyrrapartin í dag ljóðaði alarmlúðurin í 12 ymiskum landspørtum í Ukraina, úr Volyn í útnyrðingspartinum av landinum til Dnipropetrovsk í landsynningspartinum av landinum.

Á sosialu miðlunum heitir Klitschko á borgararnar í Kiev um at halda seg í bumbuskýlunum fyribils. Hann sigur, at í minsta lagi tvey háhús standa í ljósum loga.

Hildið verður, at russar við áhaldandi dronuálopunum á sivilmál seinastu dagarnar eisini er ein roynd at oyðileggja fyrireikingarnar til sonevnda “Kiev-dagin”, sum er ein hátíðardagur fyri stovnanina fyri 1500 árum síðan, og sum var ein hátíðardagur, áðrenn russiska álopið á Ukraina, skrivar bretska kringvarpið.

Hetta er higartil størsta álop, sum Russland hevur framt á Ukraina síðani Russland gjørdi innrás í landinum, upplýsir Vitalij Klytjko, borgarstjóri í Kiev, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576