Ársins leikarar í hondbólti vóru valdir í gjár

Ársins leikarar í hondbólti vóru valdir í gjár
Ársins heiðrar í hondbólti kappingarárið 2022-23 vórðu latnir í høvuðssætinum hjá BankNordik á Oknarvegi í Havn í gjár.
Mynd HSF
 
28.05.2023 - 14:13

Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe úr H71 og Ísak Vedelsbøl úr Neistanum gjørdust ársins stjørnuskot.


Ársins leikarar gjørdust Jana Mittún, H71, og Rói Ellefsen á Skipagøtu, eisini úr H71.


Vit fingu orðið á Janu Mittún fyrr í dag.

 

1602062
 

Fyri Róa Ellefsen á Skipagøtu er hesin heiðurin eitt herðaklapp, sum kemur væl við áðrenn HM í summar

 

1602064
 

Onnur, ið fingu heiðursløn á degnum vóru millum annað Jovana Stranjanac úr Kyndli og Mladen Mjerimacka, VÍF, ið gjørdust ársins málverjar.


Toppskjúttarnir í ár vóru Turið Arge Samuelsen úr Kyndli við 279 málum, og Rói Ellefsen á Skipagøtu úr H71 við 143 málum.


og ársins dómarar gjørdust Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Thomsen.

 

Ársins verjuleikarar:

Brynja Høj, Neistin

Peter Krogh, H71

 

Ársins álopsleikarar:

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71

 

Ársins venjarar:

Simon Olsen, H71 (kvinnur)

Simon Olsen, H71 (menn)

 

Ársins lið kvinnur:

Málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil

Vinstri vongur: Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe, H71

Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Miðja: Jana Mittún, H71

Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

Høgri vongur: Jancy Jógvansdóttir Poulsen, Stjørnan

Strika: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

 

Ársins lið menn:

Málverji: Mladen Mjerimacka, VÍF

Vinstri vongur: Sjúrður Olsen, VÍF

Vinstri bakkur: Bjarni í Selvindi, StÍF

Rói Ellefsen á Skipagøtu: H71

Høgri bakkur: Peter Krogh, H71

Høgri vongur: Bogi Hansen, H71

Strika: Ísak Vedelsbøl, Neistin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576