- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins leikarar í hondbólti vórðu valdir í gjár

Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe úr H71 og Ísak Vedelsbøl úr Neistanum gjørdust ársins stjørnuskot.
Ársins leikarar gjørdust Jana Mittún, H71, og Rói Ellefsen á Skipagøtu, eisini úr H71.
Vit fingu orðið á Janu Mittún fyrr í dag.
Onnur, ið fingu heiðursløn á degnum vóru millum annað Jovana Stranjanac úr Kyndli og Mladen Mjerimacka, VÍF, ið gjørdust ársins málverjar.
Toppskjúttarnir í ár vóru Turið Arge Samuelsen úr Kyndli við 279 málum, og Rói Ellefsen á Skipagøtu úr H71 við 143 málum.
Ársins verjuleikarar:
Brynja Høj, Neistin
Peter Krogh, H71
Ársins álopsleikarar:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Rói Ellefsen á Skipagøtur, H71
Ársins venjarar:
Simon Olsen, H71 (kvinnur)
Simon Olsen, H71 (menn)
Ársins lið kvinnur:
Málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil
Vinstri vongur: Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe, H71
Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Miðja: Jana Mittún, H71
Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Høgri vongur: Jancy Jógvansdóttir Poulsen, Stjørnan
Strika: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Ársins lið menn:
Málverji: Mladen Mjerimacka, VÍF
Vinstri vongur: Sjúrður Olsen, VÍF
Vinstri bakkur: Bjarni í Selvindi, StÍF
Rói Ellefsen á Skipagøtu: H71
Høgri bakkur: Peter Krogh, H71
Høgri vongur: Bogi Hansen, H71
Strika: Ísak Vedelsbøl, Neistin



























