Sverri bleiv nummar fýra í EM-finaluni

Sverri bleiv nummar fýra í EM-finaluni
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, gjørdist nummar 4 í EM finaluni fyri single-scullara. Finalan varð hildin í Slovenia í dag.
Sverri Sandberg Nielsen til EM í Slovenia.
Mynd: Sportxpress/Ritzau Scanpix  
 
28.05.2023 - 14:36

Tað bleiv sostatt onki EM-heiðursmerki til føroyska rógvaran á hesum sinni. Sverri Sandberg Nielsen róði fyri Danmark í EM-kappingini og var 2,5 sekund frá triðja plássinum.

Í finaluni var Sverri Nielsen allatíðina aftanfyri triggjar teir fremstu bátarnar, og hóast hann gjørdi eina drúgva roynd í endaspurtinum, so kláraði hann ikki at koma fram um teir fremstu rógvararnar.

Sverri Sandberg Nielsen vann í 2019 VM-silvur, gjørdist evropameistari árið eftir, og vann silvur í EM í 2021.

Tað skrivar Ritzau sambært danska miðlinum, Nordjyske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576