Fótbóltur í dag og í morgin

Fótbóltur í dag og í morgin
Í kvøld klokkan seks spæla bestu mansliðini hjá HB og B36 grannauppgerð í Gundadali
 
10.06.2023 - 11:29

Undan teimum fýra dystunum, sum verða spældir í bestu mansdeildini í dag, er HB sjey stig og B36 níggju stig aftanfyri oddaliðið, KÍ, sum kann styrkja sína støðu uppaftur meir, um dysturin á Ovara vølli endar við sigri til B36 ella við javnleiki.

KÍ er stórfavorittur á heimavølli, har TB kemur á vitjan. Meistararnir vóru kortini ikki so sannførandi ímóti AB í seinasta umfari, meðan TB vann á EB/Streymi.

Á Dungasandi spæla Víkingur og 07 Vestur, sum liggja nummar fýra og fimm á stigatalvuni, meðan nummar seks og sjey, B68 og EB/Streymur spæla í Hólmanum á Eiði.

Í morgin verður fimti dysturin hetta vikuskiftið. AB tekur ímóti ÍF, og um heimaliðið ikki vinnur, er ilt at ímynda sær, at argjamenn sleppa undan niðurflyting.

Dysturin ímillum 07 Vestur og Víking byrjar klokkan eitt.

Dystirnir ímillum KÍ og TB, og EB/Streym og B68 verða klokkan fimm. 

Vit siga frá dystinum í Gundadali eftir tíðindini á nátturða. 

Í bestu deildini við kvinnum er ein dystur í dag. Hann er ímillum HB og TB/FC Suðuroy/Royn og byrjar klokkan eitt. Í morgin eru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini við kvinnum. Dystirnir eru hesir:

NSÍ - Víkingur
KÍ - B36

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595