Miðverji í staðin fyri miðvallara

Miðverji í staðin fyri miðvallara
Hørður Askham úr HB loysir av í landsliðshópinum í fótbólti fyri Mads Boe Mikkelsen, sum hevur givið avboð vegna skaða
Miðverjin úr HB, Hørður Askham, er kallaður inn til dystirnar ímóti Kekkia og Albania
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
12.06.2023 - 15:01

Håkan Ericson, venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum, hevur sent boð eftir Hørði Askham úr HB til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania, skrivar Fótbóltssambandið. 

Hørður Askham avloysir Mads Boe Mikkelsen úr KÍ, ið orsaka av skaða hevur givið avboð.

 - Hetta er ikki eitt beinleiðis býti, tí teir, Hørður og Mads, eru rættuliga ólíkir. Heldur royna vit at umskipa miðvøllin eitt sindur, sigur Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

Manslandsliðið skal í næstum spæla tveir EM-undankappingardystir á heimavølli. Seinni í vikuni, leygardagin 17. juni klokkan 19:45 kemur Kekkia á vitjan á Tórsvølli, og týsdagin 20. juni, somuleiðis klokkan 19:45, spæla Føroyar og Albania á Tórsvølli.

Kringvarpið sendir báðar dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011