Hasfjord gevst á sandoyarleiðini

Hasfjord gevst á sandoyarleiðini
Strandferðslan fer nú at samráðast við áhugaðar um at høgga skipið upp
Hasfjord verður nú lagdur. Skipið lýkur ikki klassakrøvini.
 
15.06.2023 - 10:14

Hasfjord gevst at sigla á sandoyarleiðini.

Krevjandi klassakrøv skuldu vera lokin hálvan juni.

Landsstýrismaðurin hevur saman við Strandferðsluna gjørt av at leggja Hasfjord.

Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at gera neyðugar tillagingar í ferðaætlanunum fyri at kunna nøkta flutningstørvin á sandoyarleiðini og hestleiðini, nú Hasfjord verður tikin úr sigling.

Væntandi fer Erla Kongsdóttir at taka ein part av siglingini í Hest komandi tíðina. 

Samskift verður í løtuni við Landsverk og Tórshavnar kommunu um at fáa rampurnar í Hesti og á Gomlurætt klárar til, at Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð.

Farið verður nú undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord, siga Strandfaraskip landins.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, harmast um, at Hasfjord verður tikin úr sigling. Hann sigur, at dentur má leggjast á at tryggja vinnulívið í Sandoynni:

 

15062023_Gerhard_um_Hasfjord

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674