Mæla til at umboðsmaðurin eisini verður brekumboð

Mæla til at umboðsmaðurin eisini verður brekumboð
Lógaruppskotið um Brekumboðið fer í løgtingið eftir ólavsøku, og eftir ætlan skal tað fara til verka 1. januar 2024
Uppgávur, sum ikki kunnu leggjast til umboðsmannin, kunnu land og kommunur lyfta í felag, sigur Kommunufelagið. (Savnsmynd)
 
19.06.2023 - 08:30

Kommunufelagið vil hava, at Løgtingsins umboðsmaður verður brekumboð heldur enn at gera ein nýggjan og lítlan almennan stovn.  

Tær uppgávur, sum ikki kunnu leggjast til umboðsmannin, kunnu land og kommunur lyfta í felag í styrktum samstarvi við aðrar áhugapartar, sigur Kommunufelagið.

Sambært uppskotinum um brekumboð, sum landsstýrið hevur havt til hoyringar, fer nýggi stovnurin, Brekumboðið, at kosta landinum millum 1,3 og góðar 1,5 mió. kr. um árið. 

 

Heimasíða og innbúgv

Haraftrat koma 250.000 kr. fyrsta árið til at gera heimasíðu og keypa innbúgv. 

Umframt Brekumboðið verður, sambært uppskotinum, sett ein nevnd fyri Brekumboðið.

Lógaruppskotið um Brekumboðið skal í løgtingið eftir ólavsøku.

Eftir teirri ætlanini kann Brekumboðið fara til verka 1.januar 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928