Sonur forsetan játtar seg sekan í trimum lógarbrotum

Sonur forsetan játtar seg sekan í trimum lógarbrotum
Hunter Biden játtar seg sekan í tilvitað ikki at hava goldið skatt, og hann játtar seg sekan í at hava brotið vápnalógina
Hunter Biden, sonur Joe Biden, forseta, hevur fyrr viðurkent, at hann hevur havt stórar trupulleikar við bæði rúsdrekka og hørðum rúsevnum. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
21.06.2023 - 11:38

Hunter Biden, sum er sonur amerikanska forsetan, Joe Biden, hevur gjørt avtalu við amerikanska løgmálaráðið um at játta seg sekan í trimum lógarbrotum.

53 ára gamli forsetasonurin hevur játtað seg sekan í tvær ferðir tilvitað ikki at hava goldið skatt í 2017 og 2018. Og hann játtar seg eisini sekan í at hava brotið vápnalógina.

Hunter Biden hevur fyrr viðurkent, at hann hevur havt stórar trupulleikar við bæði rúsdrekka og hørðum rúsevnum. Republikanarar hava leingi roynt at seta ivasomu fortíðina hjá Hunter Biden í beinleiðis samband við pápan, men tað hevur ikki veruliga eydnast teimum.

Og tað verður heldur ikki roknað við, at lok verður lagt á málið nú, hóast Hunter Biden játtar seg sekan í trimum ákærum.

Longu nú eru røddir frammi um, at avtalan millum løgmálaráðið og Hunter Biden er politisk, tí hann er sonur forsetan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928