Kina: Uppreisturin er innanhýsis mál í Russlandi

Kina: Uppreisturin er innanhýsis mál í Russlandi
Kinesiski uttanríkisráðharrin sigur, at Kina stuðlar Russlandi at hava støðufesti og í arbeiðnum fyri menning og framgongd
Wagner-hermenn á veg úr russiska býnum Rostov, eftir at leiðari teirra, Jevgeny Prigozhin, hevði givið boð um at gevast við uppreistrinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.06.2023 - 09:06

Kina kom við fyrstu viðmerking síni til uppreisturin hjá Wagner-herinum 24 tímar eftir, at hergongan móti Moskva steðgaði.

- Hetta er innanhýsis mál hjá Russlandi, sigur kineski uttanríkisráðharrin í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.

- Sum vinarligi grannin hjá Russlandi og strategiski felagin í nýggju heimsskipanini, stuðlar Kina Russlandi í at hava støðufesti og í arbeiðnum fyri menning og framgongd, stendur í viðmerkingini.

Fráboðanin úr Beijing kom langt eftirm at uppreisturin var avgreiddur við samráðingum. 

 

Varauttanríkisráðharri fór til Beijing

Russiski varauttanríkisráðharrin, Andrey Rudenko, fleyg í gjár til Beijing at hitta kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang. 

Teir tosaðu um kinesisk-russisk viðurskifti og felags altjóða og landspartaáhugamál, sigur kinesiska uttanríkisráðið.

Báðir partar skulu hava váttað, at teir standa saman, og hava politiskt álit hvør á øðrum, skrivar CNN.

 

Fer til Hvítarusslands

Leiðarin fyri Wagner-herinum, Jevgeny Prigozhin, hevur í avtaluni um at gevast við uppreistrinum váttað at fara úr Russlandi til grannalandið Hvítarussland.

Myndugleikar í Hvítarusslandi siga, at teir kunnu ikki vátta, at Prigozhin er komin til landið, ella hvør støðan er hjá honum nú.

Russiska undirhúsið fyrireikar nú eina lóg, sum skal regulera Wagner-leiguherin, skrivar CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928