Ísak: Lætt at vera strika við spælingum frá Eliasi

Ísak: Lætt at vera strika við spælingum frá Eliasi
Stóri og sterki strikuspælarin hjá U21-landsliðnum, Ísak Vedelsbøl, hevur havt ein avgerandi leiklut í góðu gongdini hjá Føroyum í HM-endaspælinum
26.06.2023 - 10:45

Ísak Vedelsbøl er yngsti maður á U21-hondbóltslandsliðnum. Hann er bara 18 ára gamal, men hóast tað er hann skansin í føroysku verjuni og ein av lyklunum til mál í álopsstøðu. 

Tað hevur verið nógv gott spæl at sæð millum Ísak Vedelsbøl og Elias á Skipagøtu undir HM. 

- Sum strikuspælari er tað rættiliga lætt at spæla saman við Eliasi. Hann sigur bara eitt, tvey ella trý og so fái eg bóltin, greiðir Ísak Vedelsbøl m.a. frá. 

Ungi strikuspælarin hjá Føroyum er ein teirra, sum eftir ætlan skal sparast í dystinum ímóti Portugal seinnapartin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040