Kunngerð um útlendingar í Føroyum skal broytast

Kunngerð um útlendingar í Føroyum skal broytast
Kravið er, at útlendingar, sum fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu uppihalda sær sjálvum og húskinum hjá sær uttan almannaveitingar
Kaare Dybvad Bek er útlendinga- og integratiónsráðharri í Danmark.
 
26.06.2023 - 10:34

Danski útlendinga- og integratiónsráðharrin, Kaare Dybvad Bek, hevur gjørt uppskot um at broyta føroysku kunngerðina um útlendingar.

Talan er um kravið um uppihald.

Kravið er, at útlendingar, sum fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu uppihalda sær sjálvum og húskinum hjá sær uttan almannaveitingar.

Tey mugu ikki fáa veitingar frá Almannaverkinum.

Landsstýrið bað í mars um at fáa nýtt krav um uppihald.

Broytingin í kunngerðini fer at gera, at krav kann setast um skjalprógv fyri inntøku.

Broytingaruppskotið verður sent til hoyringar í Føroyum og Danmark síðst í hesum mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860