Avokadoir afturkallaðar

Avokadoir afturkallaðar
Coop Danmark afturkallar Smag Forskellen avokadoir, tí ov nógv kadmium er í teimum. Heilsuvandi kann ikki útilokast, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
Avokadoir av slagnum Smag Forskellen skulu latast handlinum aftur ella burturbeinast, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
 
29.06.2023 - 07:44

Avokadoir av slagnum Smag Forskellen skulu latast handlinum aftur ella burturbeinast, boðar Heilsufrøðiliga starvsstovan frá á heimasíðuni.

Orsøkin er, at ov nógv kadmium er í teimum, og tað er týdningarmikið, at fólk ikki fáa ov nógv kadmium í longri tíð. 

 

Ongi akutt eyðkenni

Ein einstøk máltíð er ikki avgerandi, og fólk fáa ikki akutt sjúkueyðkenni.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu, hfs.fo, sæst, hvørja vøru, talan er um.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki til at lata handlinum, sum hevur selt teimum Smag Forskellen avokadoir, tær aftur, ella beina tær burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040