Aftur ófriður í Fraklandi

Aftur ófriður í Fraklandi
Ófriðurin er kyknaður, eftir at løgreglan skeyt ein drong av norðurafrikanskum uppruna
Ófriðurin kyknaði, tí løgreglan skeyt ein 17 ára gamlan drong í sambandi við ferðslukanningar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.06.2023 - 15:29

Aftur í nátt, aðru nátt á rað, hevur verið ófriður í Fraklandi, eftir at løgreglan skeyt og drap ein 17 ára gamlan tannáring í sambandi við ferðslukanningar í Nanterre, vestan fyri París.

Sambært the Guardian eru mótmæli um alt landið.

Mótmælisfólk hava skotið eftir løgregluni við fýrverki eins og eldur er settur á nógvar bilar í Nanterre.

Franski innanríkisráðharrin boðaði í gjár frá, at fleiri túsund løgreglufólk aftrat eru send til arbeiðis í gøtunum, har ófriður er.

Ófriðurin byrjaði, tá løgreglan í sambandi við ferðslukanningar í gjáramorgunin skeyt ein 17 ára gamlan drong, sum hevði norðurafrikanskan uppruna.

Sambært myndugleikunum hevði hann brotið ferðslulógina.

 

Royndi at koyra á løgreglufólk

Løgreglan segði í fyrstu atløgu, at drongurin var skotin, tí hann hevði roynt at koyra á eitt løgreglufólk.

Henda frágreiðing var tó slept, eftir at ein upptøka, sum sæst á sosialum miðlum, vísti, at drongurin royndi at flýggja frá løgregluni, áðrenn skotið verður eftir honum.

Sakførarin hjá familjuni hjá deyða dronginum, Yassine Bouzrou, sigur sambært The Guardian, at upptøkan talar fyri seg.

- Eitt løgreglufólk drepur ein 17 ára gamlan drong. Tað sæst á øllum brøgdum, at hetta er ólógligt, sigur sakførarin.

Yassine Bouzrou sigur sambært Ritzau-tíðindastovuni, at familjan hevur meldað løgreglufólkini, og at viðkomandi, sum skeyt, verður longu kannaður.

 

(Mynd Ritzau Scanpix)

 

Macron harmast

Viðmerkingarnar hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, í gjár um hendingina, hava nú fingið øði í fleiri fakfeløg hjá løgreglufólki.

- At ein ungur maður verður dripin, kann ikki fyrigevast, segði forsetin sambært The Guardian, samstundis sum hann vísti familjuni hjá dronginum samkenslu.

Hann heitt samstundis á fólk um at gevast við ófriðinum.

Fleiri fakfeløg hjá fronskum løgreglufólki finnast at Macron, og siga, at hann hevur longu dømt løgreglufólkini.

Politisk uppílegging styrkir hatrið móti løgregluni, siga tey.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928