Framvegis ófriður í Fraklandi

Framvegis ófriður í Fraklandi
Eisini í nátt var ófriður í fleiri fronskum býum, og nærum 1.000 fólk eru handtikin
Nógv politi hevur verið á gøtunum í fronsku býunum seinastu dagarnar. Her í Lyon, har tað eisini var ófriður í nátt
Mynd: Jeff Pachoud/Scanpix  
 
01.07.2023 - 11:49

Nærum 1.000 fólk eru handtikin eftir enn eina ófriðarliga nátt í Fraklandi í kjalarvørrinum av, at ein 17 ára gamal drongur varð skotin av politinum týsdagin í Nanterre beint uttanfyri Paris.

Mótmæli hava verið í Marseille, Lyon, Grenoble og í pørtum av Paris. Franska innanríkismálaráðið sigur sambært BBC, at tilsamans 994 fólk vórðu handtikin fríggjakvøldið.

Í Marseille, har 88 fólk vórðu handtikin, varð ein vápnahandil rændur, og borgarstjórin hevur heitt á stjórnina um at senda fleiri herfólk til býin at halda skil á.

Í býnum Rouen datt ein 19 ára gamal maður av takinum á einum handilsbygningi tíðliga fríggjamorgunin og doyði seinni á sjúkrahúsi. Tað er enn ikki greitt, um hann var við í mótmælunum.

Heimsins størsta súkklukapping, Tour de France, byrjar í Spania í dag, men mánadagin kemur kappingin til Fraklands. Stúrt verður fyri, at ófriðurin kann ávirka súkklukappingina, sum endar í Paris 23. juli.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928