Skulu forvinna 39.000 kr. fyri at fáa familju til Føroya

Skulu forvinna 39.000 kr. fyri at fáa familju til Føroya
Uppskot um kunngerðina um inntøkumarkið hjá útlendingum, sum vilja fáa familjuna hjá sær til Føroya, er nú sent til hoyringar
Við uppskotinum koma nýggj inntøkumørk sum treyt fyri, nær útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi kunnu fáa familju sína við sær til Føroya. (Savnsmynd)
 
03.07.2023 - 08:27

Bruttoinntøkan skal vera minst 38.818 kr. um mánaðin, vilja fólk hava hjúnafelaga ella samliva og eitt smábarn til Føroya.

1248 krónur koma aftrat fyri hvørt barnið upp í fýra børn.

Hetta er hægsta markið. Onnur mørk eru eisini. Tað veldst um, hvønn fólk vilja hava til Føroya.

 

Kunngerð til hoyringar

Uppskot um kunngerðina um inntøkumarkið hjá útlendingum, sum vilja fáa familjuna hjá sær til Føroya, er nú sent til hoyringar. Kunngerðin verður ikki fyri tey, sum longu hava søkt um uppihaldsloyvi í Føroyum.

Við uppskotinum koma nýggj inntøkumørk sum treyt fyri, nær útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi kunnu fáa familju sína við sær til Føroya.

Ábendingar eru um, at nógvar útlendskar familjur, har hjúnafelagin, makin og/ella børnini eru komin til landið sum samfylgjandi, hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, sigur Løgmálaráðið. 

Orsøkin er, at inntøkan hjá tí, sum hevur vinnuliga uppihaldsloyvið, er ov lítil til, at viðkomandi kann uppihalda sínari familju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096