Fundir við kommunur og vinnu um tiltøk móti Russlandi

Fundir við kommunur og vinnu um tiltøk móti Russlandi
Á báðum fundunum verður útgreinað, hvat verður sett í verk, og hvat hetta hevur við sær
Russisk skip á Havnini. Í dag verða kommunur og vinna kunnað um ætlaðu tiltøkini móti Russlandi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.07.2023 - 12:58

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur í dag tveir hoyringarfundir í sambandi við ætlaðu tiltøkini móti russiskum skipum í føroyskum øki.

Fyrri fundurin er við kommunur og við tey, sum varða av havnunum. 

Seinni fundurin er við umboð fyri vinnuna, sum havnarstongsulin ávirkar.

Á báðum fundunum verður útgreinað, hvat verður sett í verk, og hvat hetta hevur við sær.

 

Ráðførsla í morgin

Síðan fer landsstýrismaðurin at ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í morgin um tiltøkini, sum landsstýrið ætlar at seta í verk móti Russlandi.

- Eftir ráðførsluna kunnu tiltøk setast í verk, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Landsstýrið hevur sagt, at russisk skip sleppa bara at umskipa tað, sum loyvt er at fiska sambært fiskirættindaavtaluni við Føroyar, í føroyskum havnum.

Og avmarkað verður, hvørjar tænastur, russisk skip sleppa at keypa í Føroyum.

Avgerðin um fiskiveiðusamstarvið við Russland í 2024 verður tikin í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425