Ungur svimjari skal bera vatnið

bannari
Ungur svimjari skal bera vatnið
Tá Oyggjaleikir verða settir, hevur hvør oyggj sítt egna vatn við heimanífrá
 
08.07.2023 - 10:18

Í Føroyum hevur siðvenja verið, at yngsta ítróttarfólkið berur vatnið. Tá Oyggjaleikir verða settir, hevur hvør oyggj sítt egna vatn við heimanífrá.

Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkari frá hvørjari limaoyggj at lata vatn í eitt felags kar. 

Til leikirnir í Guernsey er 14 ára gamli svimjarin, Líggjas Joensen, yngsta ítróttarfólkið hjá Føroyum, og tí fær hann heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina.

Oyggjaleikirnir í Guernsey verða settir leygarkvøldið 8. juli kl. 18:30 á havnarlagnum í St. Peter Port.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688