Føroyar í hálvfinaluni í badminton

bannari
Føroyar í hálvfinaluni í badminton
Føroyska badmintonliðið vann allar tríggjar innleiðandi dystirnar í dag og hevur spælt seg í hálvfinaluna, sum verður á middegi í morgin ímóti vertstjóðini
Árant á Mýruni og hini á badmintonliðnum hava spælt seg í hálvfinaluna í liðkappingini
 
09.07.2023 - 22:42

Føroyska badmintonliðið hevur spælt seg í hálvfinaluna í liðkappingini á Oyggjaleikum, har mótsøðuliðið verður Guernsey.

Føroyar gjørdu bart sunnudagin og vunnu sannførandi 5-0 sigrar á Orknoyum, Ytru Hebridunum og Hetlandi.

Ímóti Orknoyum vunnu Árant á Mýruni og blaðunga Ranja Joensen sínar dystir í einmansleiki, meðan Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen vunnu tvímansleikin hjá monnum og Mia Thorkildshøj og Miriam í Grótinum gjørdu tað sama hjá kvinnum. Blandaða tvímansleikin tóku Jónas Djurhuus og Sanna Thorkildshøj sær av.

Ímóti Ytru Hebridunum vunnu Jónas Djurhuus og Bjarnhild í Buð Justinussen einmansleikin. Tvímansleikin hjá kvinnum vunnu Sanna Thorkildshøj og Bjarnhild í Buð Justinussen, meðan Jónas Djurhuus og Asbjørn Heidi Olsen vunnu hjá monnum. Asbjørn Heidi Olsen og Ranja Joensen vunnu blandaða tvímansleikin.

So var Hetland á skránni, og har var tað aftur Árant á Mýruni, sum vann einmansleiki hjá monnum, meðan møtstøðukvinnan hjá Miriam í Grótinum mátti gevast vegna skaða. Tá var støðan 18-12 til føroyingin. Í tvímansleiki við monnum vunnu Fai Yin Wong Magnus Dal-Christiansen, og Sanna Thorkildshøj og Bjarnhild í Buð Justinussen hjá kvinnum. Í blandaðum tvímansleiki sigraðu Jónas Djurhuus og Mia Thorkildshøj.

Næstan allir dystirnir endaði 2-0, og nú verður spennandi, um føroyingarnir standa seg eins væl ímóti Guernsey klokkan 12.00 mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373