Beinleiðis sjónvarp av Oyggjaleikunum

bannari
Beinleiðis sjónvarp av Oyggjaleikunum
Nógvar spennandi finalur eru í Guernsey í dag við føroyskari luttøku
 
10.07.2023 - 12:15

Beint eftir Dag & Viku verður ein beinleiðis oyggjaleikasending av Guernsey við práti, innsløgum og finalu í 400 metrar renning. 

Føroyar hava møguleika at vinna sítt fyrsta gullheiðursmerki í dag. Í bogaskjóting eru Føroyar ein av favorittunum í fleiri av greinunum og væntað verður, at bogaskjúttarnir megna at vinna heiðursmerkir.

Eisini í 400 metrar renning við monnum eru Føroyar millum favorittarnar. Jónas Isaksen er skjótasti føroyingur nakrantíð og tí er stórur spenningur um hann megnar at renna seg til gull í kvøld. Hansara sergrein er tó 200 metrar, sum hann skal renna seinni í vikuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025