Gull, gull og meira gull

bannari
Gull, gull og meira gull
Føroyar gjørdu eitt ordans hál á øðrum kappingardegi í Guernsey. Heili sjey gull, trý silvur og trý bronsu komu til høldar
Eiri Jógvansson Glerfoss gjørdi bart á 100 metrum og vann gull við føroyskari mettíð
Mynd: Dánial Olsen  
 
10.07.2023 - 21:51

Heiðursmerkini hava regnað niður yvir føroyingarnar á øðrum kappingardegi í Guernsey.

Heili sjey gullheiðursmerki eru komin undir land í svimjing, frælsum ítrótti, bogaskjóting og badminton. 


Gull og oyggjaleikamet í frælsum ítrótti

Føroyingarnir á Footes Lane-leikvøllinum, sum annars var stúgvandi fullur av áskoðarum, høvdu ilt við at trúgva sínum egnu eygum.

Stórar vónir vóru til Jónas Isaksen, og tær livdi hann væl og virðiliga upp til. Hann vann 400 metur renningina við tíðini 46.02 sekund, sum er nýtt oyggjaleikamet. Honum á baki kom heimamaðurin, Cameron Chalmers, við 46.33. 

Men gullveitslan var langt frá liðug. Eiri Jógvansson Glerfoss hevði runnið seg í finaluna við góðari tíð, men tá tað galt, var hann uppaftur skjótari. Við tíðini 10.58 fór hann avstað við gullinum og nýggjum føroyskum meti.

Í spjótkasti vann Sunniva Bogadóttir silvur við einum kasti upp á 35 metur. Honn miðjaði eftir 40 metrum, so hon var ikki heilt nøgd við avrikið.


Yngsti maður gull

Í svimjing legði yngsti maður í oyggjaleikahópinum, Líggjas Joensen, hart út. Hann vann gull í 1500 frí og Heini Mohr Askham endaði nummar tvey í somu finalu. 

Alisa Bech Vestergård vann silvur í 200 frí, meðan Ísak Brisenfeldt fekk triðja plássið í 200 firvald við tíðini 2:03.2, sum er nýtt føroyskt juniormet. Eyðrið Mortensen fekk bronsu í 400 metur blandað, og tað sama gjørdi Bartal Erlingsson Eidesgaard í 50 bringu.


Bogaskjúttarnir siktaðu væl

Eisini bogaskjúttarnir gjørdi eitt gott hál mánadagin. Teir skutu fýra umfør úr ymsum frástøðum, og tá í avtornaði vunnnu teir trý gull.

Hans Petur Højgaard vann kappingina í recurve hjá monnum. Jóannes Poulsen skeyt seg upp á fyrsta plássið í compound fyri menn, og Føroyar vunnu eisini liðgullið í recurve.


Badmintonliðið vann finaluna á Grønlandi

Føroyska badmintonliðið hevði ein framúr góðan dag í Guernsey. Fyrst bastu tey heimaliðnum, og í finaluni vunnu føroyingarnir 3-1 á Grønlandi og tryggjað badminton fyrsta gullið á Guernsey.

Innsløg úr øllum hesum kappingunum koma á kvf.fo/oyl2023






 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571