Ivast um Grønland skal halda fram í norðurlendska samstarvinum

Ivast um Grønland skal halda fram í norðurlendska samstarvinum
Landsstýrisformaðurin í Grønlandi gevur ilt av sær, tí Grønland ikki var boðið við á fundin í Helsinki hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum og Joe Biden
Múte B. Egede, landsstýrisformaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.07.2023 - 16:37

Landsstýrisformaðurin í Grønlandi gevur ilt av sær, tí Grønland ikki var boðið við á fundin í Helsinki hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum og amerikanska forsetanum Joe Biden um millum annað Arktis.

Múte B. Egede sigur við Sermitsiaq.AG., at Grønland ikki var boðið við og fekk heldur ikki so frægt at vita um fundin.

Norðurlond kunnu ikki fundast um trygdarpolitikkin í Arktis uttan at Grønland er við, sigur landsstýrisformaðurin.

Grønland er næstan 20 prosent av Arktis, so sjálvandi eiga vit at vera við, sigur Múte B. Egede.

Hann er sera atfinningarsamur um norðurlendska samstarvið.

Tvey lið

Har eru tvey lið. Í liði 1 eru Ísland, Noreg, Finnland, Svøríki og Danmark.

Í liði 2 eru Áland, Føroyar og Grønland.

Vit eru ikki boðin við, tá tosað verður um ítøkiligan politikk, sigur Múte B. Egede.

Hann sigur, at heldur hetta fram, noyðist Grønland at endurskoða, um landið yvirhøvur skal vera við í norðurlendska samstarvinum.

Kanska eigur Grønland at venda sær vestureftir í staðin til hini arktisku londini.

Føroyar vóru heldur ikki við á fundinum í Helsinki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928