Strandað skip til upphøgging

Strandað skip til upphøgging
Farmaskipið Wilson Skaw, sum fyri trimum mánaðum síðani sigldi á eitt sker í Húnaflóa á norðurlandinum í Íslandi, verður nú sleipað til Noregs til upphøggingar.
Farmaskipið Wilson Skaw verður nú sleipað til Noregs til upphøgginga
Mynd: Landhelgisgæslan  
 
16.07.2023 - 16:32

Eftir tríggjar dagar fekst skipið leyst av skerinum, og varð sleipað til Akureyrar, har tað hevur fingið eina yvirháling, so at tað kann sleipast til Noregs.

Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Wilson Skaw, sum siglir undir barbadiskum flaggi, fekk nakað av skaða, men eingi tekin vóru um oljuleka. 

- Ætlanin var at umvæla skipið, men tað loysti seg ikki, sigur Garðar Jóhannsson, stjóri í Nesskip, sum er útgerðarfelag hjá skipinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928