Funnu hassj umborð á grønlendskum rækjutrolara

Funnu hassj umborð á grønlendskum rækjutrolara
Eingin er skuldsettur í málinum enn, og trolarin er nú á veg til Grønlands
Henda myndin er av hassjinum, sum var funnið umborð á einum grønlendskum rækjutrolara í juni í fjør. (Savnsmynd: KNR)
 
17.07.2023 - 11:35

Løgreglan í danska býnum Frederikshavn hevur lagt hald á fýra kilo av hassji umborð á einum rækjutrolara hjá grønlendska reiðarínum Polar Seafood.

Trolarin lá við bryggju í Frederikshavn, og skuldi eftir ætlan fara til Grønlands.

Hassjið lá í eini ruskbingju, skrivar Nordjyske.

Ein hundur hjá tollvaldinum fann hassjið. 

 

Eingin kendist við hassjið

14 av manningini vóru umborð, og teir eru skrásettir, men eingin kendist við hassjið, skrivar Nordjyske.

Eingin er skuldsettur í málinum enn.

Rækjutrolarin hevur nú sett kós móti Grønlandi.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hassj er funnið umborð á grønlendskum trolara í Danmark.

Í juni í fjør vóru funnin 23 kilo av hassji umborð á einum øðrum rækjutrolara, skrivar Nordjyske.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928