VIDEO: "Røvarar og politi" í Skopunarfirði

VIDEO: "Røvarar og politi" í Skopunarfirði
Paul Watson stakk halan millum beinini, tá bæði Brimil og Tjaldrið lógu klár at taka bæði hann og skip hansara í Hest- og Skopunarfirði
Uni Leitisstein Hansen
Brimil lá fyri Paul Watson og skipið hansara, John Paul DeJoria, í Hestfirði
19.07.2023 - 15:47

Tað minti mest av øllum um spælið "Røvarar og politi", tá bæði vaktar- og sjóverjuskip lógu klár at taka bæði Paul Watson og skip hansara, John Paul DeJoria. 

Skipið hjá Paul Watson, John Paul DeJoria, breyt aftur forboðið um at sigla innan fyri 12 fjórðingamarkið í dag. Helst tí at ein grind varð merkt í Sandavági.

Skipið, John Paul DeJoria, lá annars eystanfyri Føroyar, tá tað brádliga setti kós gjøgnum Skopunarfjørð. 

Men har lá Tjaldrið klárt at taka hann, og í Hestfirði lá Brimil. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329