Settu eld á svensku sendistovuna í Irak

Settu eld á svensku sendistovuna í Irak
Fólk mótmæltu, at svenska politiið hevur loyvt einum tiltaki uttan fyri iraksku sendistovuna í Stokkhólmi, har ætlanin er at brenna eina koran
Mótmælisfólkini fóru upp um stikið og settu eld á.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.07.2023 - 08:58

Hundraðtals fólk lupu í nátt á svensku sendistovuna í irakska høvuðsstaðnum, Bagdad, og settu eisini eld á bygningin.

Orsøkin skal vera, at svenska politiið hevur loyvt einum almennum tiltaki uttan fyri iraksku sendistovuna í Stokkhólmi í dag, har ætlanin er at brenna eina koran.

Eins og síðst í juni, tá ið sendistovan var álopin, var tað víðgongdi shiamuslimski leiðarin, Moqada al-Sadr, ið hevði heitt á síni viðhaldsfólk um at mótmæla, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Á upptøkum á sosialum miðlum síggjast fólk klintra upp á svalan á bygninginum, og roykur sæst koma út úr vindeygum á sendistovuni.

 

Samanbrestir vóru millum mótmælisfólk og politiið eftir álopið á svensku sendistovuna í Bagdad. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Einki starvsfólk fekk skaða

Eisini síggjast politistar, sum við vatnkanónum royna at spjaða mannamúgvuna.

Svenska uttanríkisráðið upplýsir fyri svenska sjónvarpinum, SVT, at einki av starvsfólkunum á sendistovuni fekk skaða, og at samskift verður regluliga við tey.

- Álop á sendistovur og sendifólk eru eitt álvarsligt brot á Wiener-sáttmálan, sigur uttanríkisráðið, ið fordømir álopið.

Eisini irakska stjórnin hevur fordømt álopið á svensku sendistovuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233