75.000 kr. í bót fyri at bróta forboðið

75.000 kr. í bót fyri at bróta forboðið
Føroya rættur dømdi í dag skiparan á John Paul de Joria 157.000 kr. í bót fyri fýra lógarbrot. Ákærdi skiparin møtti ikki í Føroya rætti
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
20.07.2023 - 20:34

Skiparin, Daniel Binyon, hevur í tveimum førum brotið forboðið, sum var sett skipinum at sigla innum 12 fjórðinga markið. Hetta var 9. og 11. juli.

Harumfamt hevur hann ikki boðað tollmyndugleikinum frá, tá ið silgt var inn í føroyskt øki.

Sjálv bótin var tvær ferður 75.000 krónur fyri tvey ymisk brot á kunngerðina um 12 fjórðingamarkið umframt 7.000 krónur fyri brot á reglur um pass og tolleftirlit.

Harumframt skal hann gjalda sakarmálskostnaðin. 

Daniel Binyon møtti ikki í Føroya rætti í dag, og tí skuldi rætturin fyrst taka støðu til um málið skuldi fremjast ella ei.

Føroya rættur gav ákæruvaldinum viðhald í, at málið skuldi fremjast í dag. Tilnevndi verjin í málinum vildi hava málið avvíst.

Kærufreistin er 14 dagar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
Dansival 12. november 2025
199849
Hósdag 13. november
Breddin: Sjúklingar detta millum skipanir
199843
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739