- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Listakvinnan Bergithe Johannessen var fyrsti føroyingur, ið tók útbúgving á Kunsakademiets malerskole í Keypmannahavn. Hon sýndi fram á Ólavsøkuframsýningum í eini 25 ár, men hóst tað, hevur hon verið lutfalsliga lítið umrødd, og fá kenna til hana. Nú hava tveir danskir rithøvundar, Anya Mathilde Poulsen og Gunvor Bjerre, skrivað bók um "gloymdu" føroysku listakvinnuna. Bókin, sum Sprotin gevur út, kemur út á Bókadøgum, sum eru í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.
Vit fara eisini ein túr oman á Tjóðpall Føroya, har kenda ævintýrið Øskufía í næstum verður framført í nýggjum hami. Øskufía er í dag tannáringur, ið skal finna stevið í eini samansettari familju, meðan hon fyriheldur seg til sorgina eftir mammuni og til eina fosturmammu, ið av øllum alvi roynir at hava yvirflatuna perfekta.
Mentanarviðmælið hesa vikuna ger Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri í Listasavni Føroya.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.