- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bergithe Johannessen: Eitt undangongufólk sum listakvinna og menniskja

Í 1925 varð 19 ára gamla Bergithe Johannessen upptikin á Kunstakademiets malerskole í Keypmannahavn sum fyrsti føroyingur nakrantíð.
Hon gjørdist liðug áðrenn eitt nú Sámal Joensen-Mikines.
Men hóast tað hevur Bergithe fingið lutfalsliga lítla umrøðu í Føroyum, og fá kenna til hana.
Ein undangongukvinna
Nú hava tveir danskir rithøvundar, Anya Mathilde Poulsen og Gunvor Bjerre, skrivað bók um Bergithe Johannessen, sum Sprotin gevur út á Bókadøgum.
Við bókini vilja tær siga, higartil, ókendu søguna um serstaku listakvinnuna, ið gekk á odda bæði sum listafólk og sum menniskja.
- Hon var ein undangongukvinna, men er eisini ein ósøgd søga. Við hesi bókini vilja vit varpa ljós á hennara lív og yrki sum listakvinna. Bókin er tí ein myndprýdd ævisøga og listasøga við nógvum málningum hjá Bergithe, sum ikki er komin við í søguskrivingina, men sum nú gerst partur av eini størri samrøðu um plássið í listasøguni, siga rithøvundarnir.
Bergitte Johannessen sum eldri og ung
Kendu til Bergithe gjøgnum familjuna
Tað vóru familjusambond, ið birtu áhugan hjá Anyu og Gunvor fyri Bergithe, tí Bergithe var ommusystir mannin hjá Anyu:
- Í familjuni var ein kám søga um eina føroyska kvinnu, ið hevði búð í eini lítlari íbúð mitt í Keypmannahavn, har hon hevði málað vatnlitamyndir av føroyskum landsløgum. Tað ljóðaði eitt sindur eksentriskt, og tí var tað ótrúliga spennandi og áhugavert, tá vit spakuliga funnu útav, at hon faktiskt var eitt undangongufólk bæði sum menniskja og listakvinna. At hon, snøgt sagt, var Føroya fyrsti yrkislærdi listamálari.
Bergithe saman við mammuni, Magdalenu, ættað úr Vestmanna, og systrini Herdis
Gravsteinurin setti ferð á verkætlanina
Anya Mathilde Poulsen hevur í nógv ár fingist við at skriva um listakvinnur og hevur eitt nú skrivað bókina “Vilde kvinder, mørke toner – om køn og musik”; og eisini týðir hon føroyskan skaldskap til danskt.
Gunvor Bjerre er journalistur, rithøvundur og væl kend í danskari sjónvarps- og útvarpsframleiðslu.
Tað, ið veruliga setti ferð á bókina, var, tá Anya og Gunvor vitjaðu grøvina hjá Bergithe Johannessen. Á gravsteininum stendur bert kallinavnið "Gigga", og nær Bergithe bleiv fødd og andaðist. Fulla navn hennara ella yrkið er ikki eyðmerkt, og tað hildu Anya og Gunvor vera spell og syndarligt:
- Vit hildu, at Bergithe hevur uppiborið, at eftirtíðin kennir meira til hennara søgu og megnaravrik, og at forteljingin um hana ikki bara kámast burtur. Tí hugdu vit upp á hvørja aðra og avtalaðu at fara í gongd við at skriva eina bók um hana.
Bergithe Johannessen málaði serliga vatnlitamyndir av føroyska landslagnum
Gekk undan sum kvinna og listafólk
Anya og Gunvor halda, at Bergithe var bæði var eitt undangongufólk sum listafólk og sum kvinna, tí hon livdi eitt ósiðbundið kvinnulív fyri sína tíð.
Eitt nú fór hon einsamøll til London sum 17 ára gomul fyri at ganga á listaskúla, og síðani fór hon, sum 19 ára gomul, til Keypmannahavnar at nema sær listaútbúgving. Tað var óvanligt í sjálvum sær, men at hon eisini var ung kvinna, ger tað enn meira óvanligt, heldur Anya.
- Tá vóru umstøðurnar hjá listakvinnum truplar, men Bergithe helt fram at vera virkin sum listakvinna, eisini aftaná at hon giftist. So hon hevur veruliga verið slóðbrótandi upp á nógvar mátar.
Bergithe bleiv gift við dananum Arnold Rønnow Torp, sum var ófaklærdur arbeiðsmaður, og tey búðu í eini lítlari loftsíbúð í Store Kongens Gade mitt í Keypmannahavn. Hvørt ár ferðaðist Bergithe tó heim til Føroya at mála í fleiri mánaðir, og tað hevur eisini verið serstakt, heldur Anya.
- Eitt, sum eg og Gunvor halda er áhugavert við hennara privatlívi, er, at hon hevur havt eitt rættiliga ósiðbundið og óvanligt parlag og hjúnaband fyri sína tíð. Í 1940unum, -50unum og -60unum hevur tað verið rættiliga óvanligt, og kanska illa lýtt, at ein kvinna fór frá manninum í langa tíð fyri at liva sum listakvinna. So á tann hátt hevur hon eisini gingið undan síni tíð. Hon hevur at síggja til hildið uppá, at eitt parlag kundi vera øðrvísi, enn hvat normarnir tilskilaðu tá, sigur Anya.
Verkini lítið sýnd fram
Bergithe Johannesen fór sum 17 ára gomul á listaskúla í Onglandi. Har hava tey ríkar siðvenjur við vatnlitamáling, og Bergithe málaði gjøgnum sítt lív fleiri hundrað vatnlitamyndir við einum persónligum stíli. Hon var eitt nú við á ólavsøkuframsýningum nærum hvørt ár frá 1956 til 1980.
Men hóast tað, hava málningarnir ikki verið sýndir nógv fram. Ein oljumálningur av Bergithe hongur á Listasavni Føroya, sum eisini hevur fleiri vatnlitamyndir av Bergithe á goymsluni. Ein orsøk til, at verkini hjá Bergithe ikki hava verið sýnd so nógv fram, kann vera tí talan eru um vatnlitamyndir, heldur Anya:
- Tað er torført at siga, hví Bergithe hevur verið so lítið umrødd. Men ein orsøk til, at hennara myndir ikki hava verið sýndar nógv fram, kann vera, at vatnlitamyndir litfarast sera skjótt og tí krevja serligar framsýningarumstøður.
Hava arbeitt við bókini í fleiri ár
Anya Mathilde Poulsen og Gunvor Bjerre hava arbeitt við bókini í fleiri ár, og tilgongdin hevur verið sum ein rannsóknarferð, sigur Anya:
- Tað er ikki nógv tilfar um Bergithe uttan verkini, og tí vildu vit gjarna finna fleiri upplýsingar og meira tilfar um hennara lív og um, hvør hon var sum persónur.
Í sambandi við arbeiðið við bókini hava tær havt samband við eina rúgvu av fólki og verið í Føroyum fleiri ferðir. Serstaka sambandið til familjuna og ættina hjá Bergithe hevur verið sera týdningarmikið í kanningararbeiðnum, sigur Anya.
- Eitt nú hevur Eyðun Johannesen, leiklistarmaðurin, sum er bróðursonur Bergithe, verið ein stór kelda til vitan og søgur um Bergithe sum menniskja, sigur Anya.
Vóna at søgan um Bergithe gevur íblástur
Anya og Gunvor vóna, at fólk fáa íblástur frá søguni og listini hjá Bergithe, og at fleiri upplýsingar um hana kanska koma undan kavi:
- Nú hava vit í hvussu so er gloppað eitt vindeyga til Bergithe við bókini, og so vóna vit, at tað koma enn fleiri forteljingar um hesa óvanligu kvinnu, so hon kemur fram í ljósið, og at fólk fara at minnast hana.
Anya Mathilde Poulsen og Gunvor Bjerre, rithøvundar, ið hava skrivað bókina um Bergithe Johannessen.
Lurta eftir samrøðuni við Anyu Mathilde Poulsen, rithøvund, her


































