Almenningurin kann koma við uppskotum um nýskipanir

Almenningurin kann koma við uppskotum um nýskipanir
Nýskipanarnevndin hevur fingið undirsíðu á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, men uppskotini fara beinleiðis til nevndina
Nýskipanarnevndin heitir nú á almenningin um at koma við uppskotum um nýskipanir.
 
13.11.2025 - 14:17

Nú ber til hjá almenninginum at koma við uppskotum til nýskipanir, sum kunnu styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.

Tí nú heitir Nýskipanarnevndin, sum løgmaður setti fyrst í september mánaði, á almenningin um at koma við sínum  uppskotum til nýskipanir.

Á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, lms.fo, liggur eitt oyðublað, har til ber hjá fólki at geva nevndini sítt uppskot til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.

Eftir at hava skrivað navn, telefonnummar og adressu, kunnu fólk í einum teigi skriva, hvat júst teirra uppskot til nýskipan er.

Av løgmansskrivstouvni hava vit fingið at vita, at nevndin hevur eitt ynski um, at fólk skulu kunna koma við uppskotum, og til hetta hevur Nýskipanarnevndin fingið eina undirsíðu á heimasíðuni, lms.fo.

- Tað er eitt praktiskt ting, sum sigur ráðgevin hjá løgmanni.

Tey uppskot, sum koma inn, fara ikki til Løgmansskrivstovuna, men til sjálva nevndina, verður sagt av Løgmansskrivstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129