Fyrrverandi borgarstjóri er ímóti vindmyllulund, hann gav byggiloyvi til

Fyrrverandi borgarstjóri er ímóti vindmyllulund, hann gav byggiloyvi til
Brandur Sandoy var sjálvur borgarstjóri á Sandi, tá prinsipiella byggiloyvið varð latið til at byggja eina vindmyllulund í Klivaløkshaga. Nú er fyrrverandi borgarstjóri ímóti
Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri heima á Sandi, er nú ímóti einari vindmyllulund, sum hann sjálvur hevur givið prinsippielt byggloyvi til
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.07.2023 - 12:57

Prinsipielt byggiloyvi varð í 2019 latið til verkætlanina um eina vindmyllulund í Klivaløkshaga heima á Sandi. 

Ein teirra, sum hevur funnist at verkætlanini, er Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri.

Stutt eftir borgarafund um vindmyllulundina, sum var heima á Sandi 7. juni, viðmerkti hann í lesarabrævi, at:

"Grundleggjandi eri eg av teirri hugsan, at Sandoyggin er ein perla, sum vit við hond og fót mugu royna at halda fast við, so vit lata eftirkomarunum oynna í sama standi ella betri enn vit hava fingið hana um hendi."

Í viðmerkingini setur Brandur Sandoy eisini spurnartekin við, hvør fer at framleiða streymin og peikar á, at kommunukassin heima á Sandi ikki fær nakran pening fyri vindmyllurnar. 

 

Gav sjálvur prinsipielt byggiloyvi

Men í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið, sæst, at tað var í 2019, at Sands bygdaráð samtykti  at lata loyvi at seta eina vindmátimastur í Klivaløkshaga syðra parti.

Somuleiðis varð eisini samtykt at geva prinsipielt byggiloyvi til vindmyllulund-verkætlanina. 

Hetta var meðan Brandur Sandoy sjálvur var borgarstjóri í Sands kommunu. 

 

Bæði fyri og ímóti

Á borgarafundinum 7. juni í ár um ætlaninar at seta vindmyllulund upp í Klivaløkshaga heima á Sandi, greiddu Umhvørvisstovan og SEV frá ætlanini og svaraðu spurningum frá fundarfólkunum.

Á fundinum vóru summar røddir fyri og aðrar ímóti ætlanini.

Tær, sum vóru ímóti, funnust at ætlanini, tí at hetta fer at oyðileggja vøkru náttúruna, sum er heima á Sandi.

Og tær, sum eru fyri, halda millum annað, at øll eiga at taka eitt tak í grøna orkuskiftinum.

 

Burdi verið staðsett aðrastaðni

Í lesarabrævinum skrivar Brandur Sandoy millum annað, at: 

"Samanumtikið ætlar man sær at seta upp vindmyllur mitt í eini náttúruperlu, nær einum bygdum øki. Bara tað, eigur at verða nokk til at ætlanin verður broytt, eitt nú sum á Eiði í sínari tíð."

Og víðari:

"Kvalurnar verða nógvar av staðsetingini, sum hevði verið betri alla aðrastaðni í oynni enn har ætlanin er."

Brandur Sandoy vil ikki gera viðmerking um hetta til útvarpið í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. januar
Nú er kósin sett og vit hyggja at 2026
202259
Mánadag 5. januar
Morgunlestur mánadagur 5.januar 2025
202087
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150