Trevor Francis deyður

Trevor Francis deyður
Fyrrverandi enski áleyparin Trevor Francis doyði av einum hjartatilburði í Spania. Hann bleiv 69 ára gamal
Trevor Francis gjørdist 69 ára gamal
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
24.07.2023 - 16:43

Trevor Francis skrivaði í 1979 bretska fótbóltssøgu, tá hann gjørdist fyrst fótbóltsleikarin, sum bleiv keyptur fyri eina millión pund, tá Nottingham Forest keypti hann frá Birmingham City. 

Francis vann evropisku kappingina fyri meistaralið tvær ferðir við Nottingham Forest. Í 1979, tá hann skeyt avgerandi málið móti svensku Malmø, og í 1980 móti týsku Hamburg. 

Trevor Francis umboðaði Ongland 52 ferðir og gjørdi 12 mál fyri enska landsliðið. 

Umframt Birmingham City og Nottingham Forest, so spældi Trevor Francis eisini við Manchester City, Samdoria, Atalanta, Rangers, QPR og Sheffield Wedensday, har hann var spælandi venjari. 

Trevor Francis, sum var einans 16 ár, tá hann spældi sín fyrsta dyst fyri Birmingham City, spældi 632 dystir og skoraði 235 mál á sínari yrkisleið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928