Koranbrenning avlýst

Koranbrenning avlýst
Ein 31 ára gamal maður, sum hevði søkt um at sleppa at seta eld á eina koran uttan fyri iransku sendistovuna í Stockholm leygardagin, hevur nú broytt meining.
Koranbrenningin, sum skuldi vera í Stockholm leygardagin, er avlýst
Mynd: SvD/TT  
 
26.07.2023 - 07:07

Í umsóknini bað hann um loyvi til eisini at seta eld á eitt iranskt flagg, eina mynd av iransku leiðarunum og tvey dukkuhøvd.

Maðurin hevur nú boðað politinum frá, at hann iðrar seg um tað, hann ætlaði sær at gera, og hevur tikið umsóknina aftur.

- Eg iðri meg, og má virða islam, og eg biði allar iranar um umbering, sigur tann 31 ára gamli við svenska sjónvarpið, SVT.

Í gjár settu fimm anti-islamskir aktivistar eld á eina koran framman fyri egyptisku sendistovuna í Kjøpinhavn.

Hetta er triði tilburðurin av koranbrenning í Danmark í minni enn eina viku, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928