Danska stjórnin hug at bakka

Danska stjórnin hug at bakka
Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen hevur kallað umboð fyri allar flokkar á fólkatingi á fund í dag um korankreppuna.
 
31.07.2023 - 08:19

- Stjórnin tekur í størsta álvara, hvussu umheimurin sær koranbrenningarnar í Danmark, sigur hann.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at stjórnin hevur gjørt av, at hyggjast skal at, hvussu forðast kann fyri, at “onnur lond, mentanir og átrúnaðir skulu gerast firtin”.

Flestu av andstøðuflokkunum í Danmark finnast hvassliga at stjórnini, og danski fólkaflokkurin sigur talan vera um “eitt knæfall fyri islam”.

Í gjár vóru fimm koranbrenningar uttan fyri útlendskar sendistovur niðri, og sjey eru fráboðaðar í dag.

Í dag hittast uttanríkisráðharrarnir í 57 muslimskum londum á fundi fyri at umrøða átøk ímóti Svøríki og Danmark eftir nógvu koranbrenningarnar í síðstuni, sum 15 av londunum longu hava fordømt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928