Svøríki herðir marknaeftirlitið

Svøríki herðir marknaeftirlitið
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, boðaði á tíðindafundi í dag frá, at trygdarstøðan í Svøríki er broytt eftir koranbrenningar
Svenski forsætisráðharrin vísti á, at tað ikki skal vera lætt hjá fólki, sum ikki hava tilknýti til Svøríki, at koma til landið at fremja brotsverk
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.08.2023 - 16:06

Svenska stjórnin hevur avgjørt at herda eftirlitið við landamarkið frá hósdagin.

Tað segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, á tíðindafundi í dag, nú trygdarstøðan í Svøríki er broytt eftir koranbrenningar.

Forsætisráðharrin vísti á, at tað ikki skal vera lætt hjá fólki, sum ikki hava tilknýti til Svøríki, at koma til landið at fremja brotsverk.

- Vit samskifta dagliga við svensku fregnartænasturnar, so álvarsom er støðan, halda vit, segði Ulf Kristersson.

Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, sigur, at illviljin ímóti Svøríki er vaksin líðandi.

- Tað er neyðugt hjá løgregluni at arbeiða harðari. Tað snýr seg um økt eftirlit, at gera kropskanningar og hyggja at samleikaprógvum, sigur hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928