Aki-Matilda Høegh-Dam stillar ikki upp á næsta fólkatingsvali

Aki-Matilda Høegh-Dam stillar ikki upp á næsta fólkatingsvali
Aki-Matilda Høegh-Dam, sum tapti formansvalið í flokkinum Siumut, sigur nú, at hon stillar ikki upp til næsta fólkatingsval, men heldur fram í landstinginum
Aki-Matilda Høegh-Dam í fólkatinginum, men hon stillar ikki upp aftur til næsta fólkatingsval
Mynd: Aki-Matilda Høegh-Dam á Facebook  
 
02.08.2023 - 08:14

Aki-Matilda Høegh-Dam stillar ikki upp á næsta fólkatingsvali.

Tað sigur hon við miðilin Sermitsiaq.AG.

Hon útilokar kortini ikki, at hon stillar upp eina ferð í framtíðini.

Aki-Matilda Høegh-Dam tapti formansvalið í flokkinum Siumut.

Hon fekk 16 av teimum 68 atkvøðunum, sum vóru á landsfundinum hjá Siumut um vikuskiftið.

Hon stillaði heldur ikki uppaftur til aðalstjórn floksins. 

Men hon heldur fram í landstinginum, sigur hon.

 

Ímóti fólkatingsumboðanini

Aki-Matilda Høegh-Dam heldur ikki, at Grønland skal vera í fólkatinginum.

Fólkatingsfólkini mugu alla tíðina ansa eftir ikki at gera nakað, sum kann gera støðuna hjá landstinginum og landsstýrinum veikari.

Men landstingið og landsstýrið kunnu leggja fót fyri arbeiðið, sum limirnar hjá Grønlandi og Føroyum gera í fólkatinginum, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam.

Aki-Matilda Høegh-Dam fekk 3.467 atkvøður á fólkatingsvalinum í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928