U19 HM: Føroyar vístu Burundi onga náði

U19 HM: Føroyar vístu Burundi onga náði
Føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti smurdi Burundi av í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum í Kroatia. Tá avtornaði vann Føroyar 53-21 á Burundi
Føroyska stórtalentið, Óli Mittún, bleiv hvíldur í seinna hálvleiki, men hóast tað gjørdist hann toppskjútti við 11 málum
Mynd: Hondbóltssamband Føroya á Facebook  
 
02.08.2023 - 19:24

Støðan í hálvleikinum í dystinum millum Føroyar og Brundi var var 30-8 til Føroyar - ja, 30-8. 

Tá hugsað verður um, at ein hálvleikur er 30 minuttir, so sigur tað ikki so lítið um, hvussu nógv betri føroysku U19-hondbóltsmenninir vóru enn leikararnir á mótstøðuliðnum. 

Tá avtornaði vann føroya U19-manslandsliðið í hondbólti 53-21 móti Burundi í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum í Kroatia. 

Og tá alt tað er sagt, so misnýttu føroysku leikararnir rættiliga nógv opnar málmøguleikar. Tað kundi, við øðrum orðum, verið nógv verri fyri Burundi. 

 

Hvíldu Óla Mittún

Føroysku venjararnir kundu eisini unna sær sjálvum tað marglæti, at lata føroyska stórtalentið Óla Mittún sita og hvíla seg á bonkinum í seinna hálvleiki. 

Hóast Óli Mittún bara spældi ein hálvleik, so bleiv hann toppskorari við 11 málum. Hann bergtók eisini við hópin av góðum fríspælingum. 

Yvirhøvur bleiv føroyska A-ketan hvíld í seinna hálvleiki, tá føroyska spælið dalaði nakað. Lítið at siga til tað, tá munurin á liðunum er so stórur.

Tann sannroynd, at berandi leikararnir sluppu at hvíla seg í seinna hálvleiki kann gerast ein stórur fyrimunur seinni í kappingini. 

Tað gav eisini øðrum leikaran møguleika at gera vart við seg, eitt nú Rói Hjaltason Seyer (mynd).

Men serliga Óla Jákup Gaard Olsen vísti sera góðar dygdir og var eisini kosin besti leikari í dystinum. Hann skoraði 9 mál í 11 royndum av høgra vongi. 

 

 

Bjørt framtíð

Dysturin bar vitnisburð um, at føroyskur hondbóltur gongur eina bjarta framtíð í møti.

Óla Mittún kenna fólk, tí hann er longu A-landsliðsleikari, hóast hann enn er 17 ára gamal. Nú kenna fólk eisini Óla Jákup Gaard Olsen. Men eisini einans 15 ára gamli Jákup Egholm er eisini navn, ið fólk skulu leggja sær í geyma. 

Allir útileikarar skutu mál, men tað koma sterkari mótstøðulið enn Burundi í HM-endaspælinum. 

 

Føroyar - Burundi 53 - 21 (30 - 8)

Málskjúttar
78 MITTUN Oli - 11 mál
10 GAARD OLSEN Óla Jákup - 9 mál
2 JOHNSSON Tróndur - 7 mál
20 EGHOLM Jákup - 5 mál
44 GAARD Niklas - 4 mál
21 POULSEN Búi - 3 mál
45 HÁVARDSSON Trúgvi 3 mál
76 HOJSTED Hogni 3 mál
47 VEDELSBOL Ísak 2 mál
4 NATTESTAD Sofus Í Selvindi 2 mál
9 SEYER Rói Hjaltason 2 mál
12 JOENSEN Leivur mál
32 FRIDRIKSSON Tóki 1 mál
39 ZISKASON Rókur 1 mál

Málverjar
12 JOENSEN Leivur 9/24 38 %
22 LACOK Aleksandar 8/13 62 %

Øll hagtøl frá dystinum kunnu síggjast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. august
Morgunlestur hósdagur 15. august 2024
179079
Mikudag 14. august
Marjun Syderbø Kjelnæs
178897
Mikudag 14. august
Morgunlestur mikudagur 14. august 2024
179078
Týsdag 13. august
Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
176763
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967
Fríggjadag 9. august
Veðrið
179049