U19-menninir skakaðu hondbóltsheimin

U19-menninir skakaðu hondbóltsheimin
Enn einaferð megnaði eitt føroyskt landslið at skaka hondbóltsheimin, tá ið U19-menninir í gjárkvøldið vunnu 34-31 á Svøríki.
Frøin var stór, tá ið sigurin á Svøríki var komin til høldar
Mynd: Croatia 2023/Kolektiff images  
 
06.08.2023 - 12:09

Talan var um ein javnan og spennandi dyst frá byrjan til enda, og í hálvleikinum stóð eisini á jøvnum 14-14.

Men síðstu sjey minuttirnar vísti føroyska liðið klassa og vann sær avgerandi munin, so tað eydnaðist at taka kravda sigurin og vinna seg víðari úr innleiðandi bólkinum.

Hetta merkti samstundis, at Svøríki varð varpað úr HM-kappingini, so tað tí eru Iran og Føroyar, ið koma víðari úr bólkinum.

Óli Mittún skjeyt 17 mál og varð kosin besti spælari eftir dystin. Hann er toppskjútti í HM-endaspælinum higartil við 37 málum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083