Lettland: Stjórnin leggur frá sær

Lettland: Stjórnin leggur frá sær
Lettlendski forsætisráðharrin, Krisjanis Karins, boðaði á tíðindafundi í dag frá, at stjórnin fer at leggja frá sær í hesi vikuni.
Krisjanis Karins er forsætisráðharri í Lettlandi.
Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.08.2023 - 14:25

Stjórnin í Lettlandi leggur frá sær í hesi vikuni. Tað boðaði lettlendski forsætisráðharrin Krisjanis Karins frá á tíðindafundi fyrr í dag.

Stjórnin leggur frá sær í kjalarvørrinum av, at hinir samgonguflokkarnir í farnu viku ikki vildu ganga við til uppskotið hjá Karins um at skifta nakrar ráðharrar út.

Flokkurin hjá Krisjanis Karins, Jauna Vienotiba, sum merkir "Nýggj eind", fer mikudagin at boða frá, hvønn flokkurin hevur í uppskoti sum nýggjur forsætisráðharri.

Í síðsta enda er tað upp til forsetan Edgars Rinkevics at geva loyvi til, at ein møguligur nýggjur forsætisráðharri kann royna at skipa stjórn. Og tjóðartingið skal eisini atkvøða, áðrenn ein nýggj samgonga kann skipa nýggja stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928