Royndarloyvi eftir rækjum í føroyskum sjógvi

Royndarloyvi eftir rækjum í føroyskum sjógvi
Verksmiðjutrolarin Emerald hevur fingið loyvi til at royna eftir rækjum í føroyskum sjógvi nú í tíggju dagar í august. Royndarloyvið er galdandi til 25.august
Verksmiðjutrolari Emerald
Mynd: Savnsmynd  
 
16.08.2023 - 09:00

Verksmiðjutrolarin Emerald, sum er bygdur í Turkalandi, kom til Havnar 13.juli.

Emerald hevur fingið loyvi til at royna eftir rækjum í føroyskum sjógvi nú í tíggju dagar í august. Royndarloyvið er galdandi til 25.august.

Hann var royndartúr í føroyskum sjógvi fyri tíggju døgum síðani. 

Hann var eystanfyri Føroyar og royndi útgerðina, trol, spøl og annað.

Emerald hevur fingið trý onnur fiskiloyvi.

Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum og í Norska havinum.

Hann hevur fingið 1.405 tons av rækjum í russiska Barentshavinum, og hann hevur 149 fiskidagar eftir rækjum við Svalbard.

Teir eru sambært norskari forskrift um føroyska rækjuveiðu í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og innaru leiðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928