Nýggjur aðalskrivari: "Kirkjuliga Heimamissiónin skal gerast sjónligari"

16.08.2023 - 19:00
Innlendis›Samfelag
Nýggjur aðalskrivari: "Kirkjuliga Heimamissiónin skal gerast sjónligari"
Jákup Brúsa, sum 1. september byrjar í starvi sum aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, heldur, at ljós í størri mun skal varpast á andaliga heilsa í nútímans samfelagnum

Tann 1. september byrjar Jákup Brúsá í starvi sum aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini.

Jákup, ið er 36 ára gamal og er útbúgving innan samskifti og miðlar, hevur seinastu nógvu árini rikið egna samskiftisfyritøku, og arbeitt sum ráðgevi innan samskifti og talgilda marknaðarførslu.

Hetta fer eisini at merkjast, nú Jákup Brúsá setir seg í aðalskrivarastólin í Kirkjuligu Heimasmissiónini, tí ætlanin er, at Kirkjuliga Heimamissiónin skal gerast sjónligari í samfelagnum, ætlar hann. 

"Málið verður at seta andaliga heilsu á breddan, tí vit tosa nógv um kropsliga heilsu, sálarliga heilsu, men vit tosa ikki nokk um andaliga heilsu."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037