Norðmenn eiga 9,55 billiónir krónur í oljugrunninum

Norðmenn eiga 9,55 billiónir krónur í oljugrunninum
Seinastu mongu árini er allur vinningurin hjá almennu norsku olju- og gassvinnuni settur í norska oljugrunnin, sum síðan ger íløgur í partabrøv
Oljuvinnan hevur verið norðmonnum eitt satt gullnám
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.08.2023 - 20:30

Norski oljugrunnurin stendur til at bresta av pengum.

Sambært Ritzau hevði grunnurin fyrra hálvár í ár eitt yvirskot uppá 1501 milliardir norskar krónur, ella 975 milliardir krónur í okkara pengum.

Samlaða virðið á oljugrunninum er nú 9,55 billiónir krónur.

Seinastu mongu árini er allur vinningurin hjá almennu norsku olju- og gassvinnuni settur í oljugrunnin, sum síðan ger íløgur í partabrøv. 

Og tað eru ikki hissini íløgur, tí sambært Ritzau eigur oljugrunnurin 1,5 prosent av øllum heimsins børsskrásettu partabrøvum.

 

Størstu partabrævaognir hjá norska oljugrunninum
Apple. 232,9 mia. kr.
Microsoft. 215,8 mia. kr.
Alphabet. 112,9 mia. kr.
Amazon. 98,8 mia. kr.
Nvidia. 85,5 mia. kr.
Nestle. 65 mia. kr.
Meta Platforms. 64,9 mia. kr.
Taiwan Semiconductor Manufacturing. 55 mia. kr.
ASML Holding. 51,9 mia. kr.
Tesla. 74,2 mia. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928