Nýggj fólkaheilsuætlan skal gerast

Nýggj fólkaheilsuætlan skal gerast
Yvirskipaða politiska ætlanin er, at sálarligar og kropsligar sjúkur vera javnsettar í heilsuverkinum
Ein nýggj fólkaheilsuætlan skal gerast, og tað arbeiðið byrjar í heyst.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.08.2023 - 10:32

Ein nýggj fólkaheilsuætlan skal gerast, og tað arbeiðið byrjar í heyst.

Yvirskipaða politiska ætlanin er, at sálarligar og kropsligar sjúkur vera javnsettar í heilsuverkinum.

Fyribyrgingararbeiðið eigur at raðfestast fremri.

Tí fer nýggja fólkaheilsuætlanin at leggja dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk. 

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Hon hevur svarað Eiriki í Jákupstovu, løgtingsmanni, sum spurdi um heilsuøkið.

 

Styrkja heilsuverkið uttanfyri Sjúkrahúsverkið

Margit Stórá sigur, at neyðugt er at styrkja og skipa partin í heilsuverkinum, sum er uttanfyri Sjúkrahúsverkið.

Ætlanin er, at kanningar, viðgerðir og annað, sum kunnu gerast uttanfyri Sjúkrahúsverkið, vera gjørdar í nærumhvørvinum hjá fólki.

Í tí sambandi verður kommunulæknaskipanin endurskoðað. 

Kommunulæknaskipanin skal hava fakligan stjóra.

Læknavaktin, 1870, verður væntandi klár at veita bráðfeingis sálarliga hjálp í heyst, sigur landsstýriskvinnan.

Og roykilógin skal dagførast, sigur Margit Stórá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672