Átta tons av kokaini umborð á Mærsk skipi

Átta tons av kokaini umborð á Mærsk skipi
Rúsevnini vórðu sigld úr Ekvador til Rotterdam í Niðurlondum, umvegis Panama, boða niðurlendskir myndugleikar frá
Finans skrivar, at Mærsk hevur váttað tíðindini um kokainið
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.08.2023 - 15:11

Átta tons av kokaini eru funnin í einari bingju umborð á einum Mærsk skipi. 

Finans skrivar, at reiðaríið hevur váttað tíðindini. 

Rúsevnini vórðu sigld úr Ekvador til Rotterdam í Niðurlondum, umvegis Panama, boða niðurlendskir myndugleikar frá. 

Finans hevur áður skrivað um, at Mærsk hevur sæð millum fingrarnar við rúsevnisbrotsliðum, ið nýta teirra skip og størstu havnirnar í Evropa, Antwerpen og Rotterdam. Hvørki Mærsk ella niðurlendskir myndugleikar vilja svara uppá tær ákærurnar. 

Hildið verður, at tey átta tonsini av kokaini, ið vórðu funnin í bingjuni hesaferð, eru verd 4,5 milliardir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928