Bilasølurnar 27 milliónir í vinningi

Bilasølurnar 27 milliónir í vinningi
Føroysku bilasølurnar høvdu tilsamans 27 milliónir krónur í yvirskoti í fjør - ársúrslitið er tað lakasta í sjey ár.
18.08.2023 - 16:36

Tað loysti seg ikki so væl at selja bilar í fjør, sum undanfarin ár. Tilsamans 27 milliónir krónur var yvirskotið hjá bilasølunum í fjør. Og tað er væl minni enn metárið 2021, tá bilasølurnar høvdu 44 milliónir krónur í yvirskoti. 

Greiningarfyritøkan Nira hevur greinað roknskapirnar hjá teimum níggju bilasølunum, bæði fyri 2022 og árini frammanundan. 

Ársúrslitið hjá bilasølunum fyri 2022 var hetta:

 

  • Wenzel  5,6 mió
  • Waag  8,6 mió
  • Bilasølan  3,7 mió
  • Reyni Service  5,2 mió
  • Auto Service  0,3 mió 
  • Berg Motors  2,0 mió
  • Bilrøkt  1,6 mió
  • Nordbil  -0,1 mió
  • Komfortbilar  (roknskapur ikki tøkur)

Tilsamans  27 milliónir krónur

Til samanberingar var ársúrslitið hjá bilasølunum fyri 2021 hetta:

  • Wenzel  15,2 mió
  • Waag  9,8 mió
  • Bilasølan  6,8 mió
  • Reyni Service  5,0 mió
  • Auto Service  1,1 mió
  • Berg Motors  3,5 mió
  • Bilrøkt  2,4 mió
  • Nordbil  0,4 mió
  • Komfortbilar  -0,1 mió

Tilsamans 44 milliónir krónur

Ofta verður sagt, at bilasøla er eitt gott barometur fyri gongdina í samfelagnum. Og samanumtikið hevur bilasøluvinnan havt nøkur góð ár, síðstu árini, staðfestir greiningin hjá Nira:

Ársúrslit fyri allar bilasølurnar 

  • 2022:  27 mió
  • 2021:  44 mió
  • 2020:  28 mió
  • 2019:  38 mió
  • 2018:  40 mió
  • 2017:  36 mió
  • 2016:  38 mió
  • 2015:  31 mió
  • 2014:  18 mió

Bilasølurnar selja ikki bara nýggjar bilar, men sambært hagtølunum hjá Akstovuni hava føroyingar keypt nógvar nýggjar bilar síðstu árini:

Nýggj akfør:

  • 2022    2281
  • 2021    2839
  • 2020    2921
  • 2019    3134
  • 2018    2982
  • 2017    2768
  • 2016    2705
  • 2015    2535
  • 2014    2201

Men sambært tølunum hjá Akstovuni keyptu føroyingar tó munandi færri nýggjar bilar í fjør, sammett við undanfarin ár - í roynd og veru var sølan av nýggjum bilum tann lægsta síðani 2014.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979