Danmark letur 19 F-16 flogfør

Danmark letur 19 F-16 flogfør
Seint seinnapartin lendi ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, í Danmark, saman við konu síni, Olenu Zelenska
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
 
20.08.2023 - 16:16

Á tíðindafundi, sum var tríggjar tímar seinkaður, kunngjørdi danski forsætisráðharrin, Mette Frederikssen, at Danmark letur Ukraina 19 F-16 flogfør. 

Fyrr í dag var Zelenskyj á fundi við niðurlendska forsætisráðharran, Mark Rutte, har kunngjørt varð, at Niðurlond stuðla við 42 F-16 flogførum.  

Danmark og Niðurlond skulu hava ábyrgd av at venja ukrainskar flogskiparar at nýta F-16 flogførini. Í Danmark fara venjingarnar fram í býnum Skryrup í suðurjútlandi. 

Ukrainsku forsetahjúnini steðga í Danmark í tvey samdøgur. Undir vitjanini skulu tey m.a. vitja kongshúsið, Fólkatingið og fleiri ukrainar, sum búgva í Danmark, skrivar forsætirsráðstovan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928