Ukraina fær einki stríðsflogfar frá Svøríki

Ukraina fær einki stríðsflogfar frá Svøríki
Svøriki vil ikki lata Ukraina stríðsflogfør. Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, við svenska TV4. 
Vlodomyr Zelenskyj, ukrainskur forseti, og Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, umborð á einum F16 stríðsflogfari
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.08.2023 - 13:44

Í gjár handaði danski forsætisráðharri, Mette Frederiksen, ukrainska forsetanum, Vlodomyr Zelenskyj, 19 stríðsflogfør av slagnum F-16. 

Men Svøriki vil ikki lata Ukraina stríðsflogfør.

Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson við svenska TV4. 

Ukraina hevur annars biðið Svøriki um stríðsflogfør av slagnum "Gripen". 

Fráboðanin um ikki at lata Ukraina flogførini kemur í kjalavørrinum frá, at Niðurlond og Danmark hava gjørt av at lata Ukraina F-16 flogfør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890