Russland um F-16 flogfør: Sjálvmorðsgáva!

Russland um F-16 flogfør: Sjálvmorðsgáva!
Fyrrverandi russiskur generalur sigur, at Russland eigur at týna flogførini, ið Ukraina hevur fingið úr Danmark og Niðurlondum, áðrenn tey fara á flog
Danmark letur Ukraina 19 F-16-stríðsflogfør. Nú hóttir Russland við at oyðileggja flogførini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.08.2023 - 11:30

Sjálvmorðsgávur!

Soleiðis verður stuðulin av F16-flogførum nevndur í russiskum miðlum. 

F-16 flogførini, sum Danmark og Niðurlond hava latið Ukraina, hava verið til drúgva umrøðu í russiskum miðlum seinastu dagarnar, skrivar danska kringvarpið.

Í gjárkvøldið var ein hóttan í russiskum ríkissjónvarpi, har fyrrverandi generalurin, Andrej Gurulev, sum er limur í verjunevndini í russiska tinginum, gjørdi greitt, at flogførini eru ein hóttan og skulu oyðileggjast.

- F16 flogførini fara á flog fyrr ella seinni. Vit mugu vera til reiðar og sígga til, at tey ikki koma so langt, og oyðileggja tey har, sum tey eru, segði hann. 

 

Drepa starvsfólk

Gurulev legði afturat, at Russland eigur at týna øll tey støð, har flogførini verða viðlíkahildin, og starvsfólkini eru eingin forðing. 

- Ukrainarar megna ikki sjálvir at halda flogførini viðlíka. Teknikararnir koma úr øðrum londum. Tá ið Danmark og Niðurlond stuðla við stríðsflogførum, er tað lógligt at drepa teirra flogmekanikarar, sigur hann. 

Tað er ikki bara Andrej Gurulev, ið hevur havt hóttandi útsagnir um stuðulin við F-16 flogførum. 

Konstantin Sivkov, sum javnan verður brúktur í russiskum miðlum sum hernaðarserfrøðingur, skal sambært Danmarks Radio hava sagt í morgun, at Russland fer at raka flogstøðir í útheiminum. 

Eisini vísti hann á, at flogførini, sum Danmark og Niðurlond hava latið, eru gomul og ótíðarhóskandi, samanborið F-16 flogførini, sum Russland hevur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928