Maui: 850 fólk ikki komin afturíaftur

Maui: 850 fólk ikki komin afturíaftur
Amerikanski forsetin lovar at byggja oynna í Hawaii uppaftur eftir ógvusliga eldarnar
Amerikansku forsetahjúnini sóu alt, sum eldarnir á Maui hava lagt í oyði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.08.2023 - 14:01

Fleiri enn 850 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur eftir ógvusligu eldarnar á oynni Maui í Hawaii. Teirra millum eru fleiri børn, sigur guvernørurin í Hawaii, Josh Green, sambært BBC. 

Í nátt, føroyska tíð, vitjaði amerikanski forsetin, Joe Biden, oynna. 

- Eg veit, at einki kann geva tykkum eitt lív, ella tað oyðilagda, aftur, men eg fari at gera alt, eg eri mentur, at hjálpa Maui, og at byggja oynna uppaftur eftir hesa vanlukku. 

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

- Vit eru við tykkum, og eg kann lova, at tykkara rødd verður hoyrd. Vit fara at byggja alt uppaftur á tann hátt, sum fólkið í Maui vil hava tað, segði Joe Biden.

Metingar siga, at tað fer at kosta 34 milliardir krónur at endurreisa Maui.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928