Wagner-bólkurin er nú í Afrika

Wagner-bólkurin er nú í Afrika
Leiðarin í bólkinum, Prigozjin, sigur, at bólkurin skal leita eftir mineralum og stríðast móti harðrendum islamistum
Jevgenij Prigozjin er leiðari í Wagner-bólkinum. Henda myndin skal vísa Prigozjin í Afrika.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.08.2023 - 15:09

Fyri fyrstu ferð, síðan illa gitni russiski Wagner-bólkurin royndi at gera hernaðarkvett í juni, er leiðarin í bólkinum, Jevgenij Prigozjin, aftur at síggja. 

Á einari nýggjari upptøku sigur Prigozjin, at hansara fólk nú eru farin at hjálpa Afrika. 

Sjónbandið sæst á miðlinum, Telegram.

Á upptøkuni, sum ikki enn er váttað, sipar Prigozjin sambært bretska kringvarpinum til, at hann nú er staddur í Afrika. Har skal Wagner-bólkurin eftir øllum at døma leita eftir mineralum og stríðast móti harðrendum islamistum á afrikanska meginlandinum. 

- Wagner-bólkurin ger kanningar og rannsóknaruppgávur, ger Russland máttmiklari og Afrika meiri frítt, sigur hann á upptøkuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928